Verða Føroyar sammettar við 26 lond, sum hava tríggjar fjórðingar av elorkutørvinum í heiminum, hevur einki land so nógva grøna orku, sum Føroyar. Tað vísir ein samanbering, sum SEV hevur gjørt.
Í Føroyum stavaðu 51 prosent av elorkuni í fjør frá varandi orkukeldunum - vatni og vindi - og 49 prosent komu frá oljuriknu verkunum.
Málið hjá SEV er, at í ár skal grøna elorkan vera 60 prosent, og eftir grønu kósini hjá elfelagnum, verður elorkan á landi í Føroyum 100 prosent grøn í 2030.
Tá talan er um málið hjá Føroyum at hava 100 prosent grøna elorku á landi í 2030, eru Føroyar eisini langt fremst í samanberingini við tey 26 londini í metingini.
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, greiddi frá á Rás 2. Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni.
SEV fekk fyri einum mánaði síðani náttúru- og umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum fyri júst slóðbrótandi arbeiði og málið um 100 prosents grøna elorku á landi í Føroyum í 2030.
Á almennari móttøku í Dansifrøi seinnapartin í dag fer SEV at lata Páls Høll í Vági virðislønina, sum er upp á 350.000 krónur, og fara pengarnir til eina lyftu til rørslutarnað.
Annars hevur árið í ár roynst orkufelagsskapinum sera væl, tí nýggjastu metingarnar siga, at avlopið í rakstrinum verður 98 milliónir krónur, sum er nokk so nógv meira enn metingin í fjør, sum segði góðar 37 milliónir krónur.
SEV hevur eykaaðalfund í dag, og har hevur nevndarformaðurin, Jákup Suni Lauritsen, serliga víst á lægru útreiðslurnar til oljukostnað, sum er orsøkin til góða rakstraravlopið, tí oljuútreiðslurnar eru 48 milliónir krónur minni, enn áður mett.
Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni við Hákun Djurhuus, stjóra í SEV.