Føroyar fram á FIFA styrkilistanum

So er fallið á FIFA strykilistanum fyribils steðgað. Vit eru nú í framgongd

Føroyar eru nummart 179 á nýggjastu metingini á FIFA styrkilistanum. Vit hava flutt okkum fýra pláss fram síðani seinast.

 

Tað skuldi vilja illa, um føroyska landsliðið bleiv við at detta niður á FIFA styrkilistanum. Altjóða fótbóltssamgongan hevur nú kunngjørt seinasta styrkilistan og Føroyar ganga fýra pláss fram. Vit hava nú lagt lond sum Bangladesh, Nepal og Sálomonsoyggjarnar aftur um okkum.

 

Vit elta nú  Taivan, Sao Tomi og Prinsipi, Sri Lanka og Pakistan á FIFA styrkilistanum. Vit eru framvegis aftanfyri oyggjaleikavinnararnar í fótbólti, Bermunda. Teir liggja nummar 170 við 83 stigum, meðan vit hava 67 stig á styrkilistanum.