Føroyar fátækari um Suðuroyggin ikki er við

- Fast samband millum Suðuroynna og meginøkið fæst bert, um allar Føroyar standa saman um hetta, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu

Hvørjar vónir hevur tú um, at Suðuroyggin fer at fáa fast samband við meginøkið?

 

- Í síðstu viku kom Sambandsflokkurin við einum uppskoti til samtyktar um, at skerjingin av blokkinum skuldi fara til ein Suðuroyartunnil. Flestu, ið høvdu orðið, vóru jalig, men bert tann peningur, ið kemur av skerjingini av blokkinum, munar lítið, og við slíkari upphædd ganga tað nógv ár at fáa fígging til ein tunnil.

 

Tað sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu og fyrrverandi løgtingslimur.

 

Hvønn týdning fer ein undirsjóvartunnil at hava fyri Suðuroynna?

 

- Tað er stór fráflyting av fólki úr Suðuroynni. Inntøkan, bæði av persónsskatti og partafelagsskatti, er nógv lægri enn aðrastaðni í landinum. Suðuroyingar hava jú verið við til at fíggjað samferðslukervið í øllum landinum.

 

Hvør verður framtíðin hjá Suðuroynni, um oyggin ikki fær fast samband við meginøkið?

 

- Smyril er 18 ára gamal og niðurslitin. Lotar úr hanakjafti, klárar skipið ikki at halda ferðaætlanina. Einki ringt at siga um leiðslu og manning, men hetta er ábyrgdin hjá landsins leiðslu.

 

Kristin Michelsen vísir á, at Smyril, sum er krumptappurin um Suðuroyarfjørð, neyvan fer at klára 30 ár, sum hin gamli gjørdi.

 

- Um nøkur ár skal Smyril í dokk á hvørjum ári, og avloysaraskipini eru gamlar og útslitnar dangur. Hetta er tað, sum suðuroyingum stendur í boði, og hetta ber als ikki til, staðfestir hann.

 

Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, og Kristin Michelsen vísir í hesum sambandi á, at tá kinverjar eitt nú skuldu fíggja flogvallir í Grønlandi, vaknaði móðurlandið Danmark.

 

- Nei, hetta skuldi ikki henda.

 

Og borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu leggur aftrat:

 

- Rentan er farin fleiri prosent upp. Sjálvandi vilja øll helst klára seg sjálvi, bæði sum fólk og tjóð. Men, skulu vit fáa ein Suðuroyartunnil, so mugu vit sleppa okkara stórsinni.

 

Hann vísir á, at ein møguleiki er at biðja Danmark fíggja tunnilin ella geva Føroyum eitt statslán við ongari rentu.

 

- Tað er greitt, at skal ein Suðuroyartunnil fíggjast yvir fíggjarlógina, fara at ganga nógv ár, áðrenn nakar tunnil kemur.

 

Spurningurin er so, hvør framtíðin hjá Suðuroynni verður, um oyggin ikki fær fast samband við meginøkið.   

 

- Suðuroyggin eigur stóran part av føroyska útflutninginum, og sjálvt um Suðuroyggin í dag ikki er førandi, so hevur hon áður verið tað.  

 

Kristin Michelsen sigur, at Føroyar verða fátækari, um Suðuroyggin ikki verður partur av Føroyum, og fast samband millum Suðuroynna og meginøkið fæst bert, um allar Føroyar standa saman um hetta.

 

..