Føroyar eiga at fáa mannarættindastovn

Føroyingar skuldu umhugsa at sett ein mannarættindastovn á stovn

Føroyingar áttu at umhugsa at sett ein mannarættindastovn á stovn.

Tað heldur ST.

 

Føroyingar hava gjørt eitt ískoyti til frágreiðingina, Danmark hevur latið ST í sambandi við sáttmálan um mismun vegna rasu.

 

Og nú hevur ST nevndin mett um frágreiðingina. Og í hesum sambandi heldur nevndin, at føroingar áttu at umhugsa at sett ein mannarættindastovn á stovn, sum skal umsita allar mannarættindaspurningar í Føroyum.

 

ST-nevndin mælir eisini, at vit fáa eina lóggáva, ið bannar rasumismuni, eins of tað eisini er neyðugt at menna skipanir, sum kunnu fáa upplýsingar til vega um rasumismun í Føroyum.

 

Somuleiðis heldur ST, at føroyingar eiga at fáa ein kærustovn, har tað ber til hjá fólki, sum eru fyri mismuni vegna húðalit, trúgv, ella uppruna, at kæra.

 

Og somuleiðis heldur ST, at Føroyar eiga at kanna, um føroyingar, sum eru búsettir í Danmark, eru fyri mismuni.