Føroyar er eitt land, sum ferðafólk mugu vitja næsta ár. Tað er heimsgitni miðilin, CNN, sum hevur sett Føroyar á ein topp 10 lista yvir øll heimsins lond, sum øll eiga at vitja næsta ár. - Føroyar hava aldrin verið í brennideplinum, men ein myrkadansur næsta ár, fær ferðafólk at seta radaran á hetta fjarskotna oyggjalandi, sigur CNN Víst verður á, at Føroyar eru eitt av tveimum londum í øllum heiminum, har tað ber til at síggja fullu sólarmyrkingina tann 20. mars.
CNN sigur, at nógv ferðaløg hava sett Føroyar á skránna í mars næst ár at uppliva hetta sermerkta náttúrufyribrigdi. Hóast sólarmyrkingin bara varar í tveir minuttir og 47 sekund, er hetta eitt fyribrigdi, sum ikki verður aftur at síggja fyrrenn í 2026.
Umframt í Føroyum, er tað bara á Svaldbard – og á Norðpólinum, í allari verðini, at tann fulla sólarmyrkingin er at síggja og tí er so ovurhonds stórur áhugi fyri Føroyum í hesum sambandi.
|