Byrjað verður leygardagin 17. august úti á Vík í Leirvík, har FM vinnarin í Automatic Ball Trap skal finnast.
Vikuskiftið eftir tann 24-25. august, skal vinnarin í OL trap finnast. Báðir hesir dagar verða á breytini á Sandvíkum í Tórshavn.
Triðja FM kappingin í ár verður í OL skeet í døgunum 31. august til 1. september. Fyrri dagurin er í Vestmanna, og seinni dagurin á Sandvíkum í Tórshavn.
Seinasta FM kappingin í ár, er nýggj FM kapping í Nordisk Trap, sum verður úti á Vík í Leirvík, leygardagin tann 7. september.
##med2##
Beinleiðis dagføring við úrslitinum, verður á síðuni hjá Skjótisamband Føroya. Leinkjan er: https://skot.fo