Heili tíggju ymiskar virðislønir latnar í kvøld, og av teimum tíggju eru sjey virðislønir, ið hava tilnevningar. Virðislønirnar, ið ikki hava tilnevningar, eru: Eksportvirðislønin, Ársins Tónleikaheiður og Ársins Útvarpshitt. Hesar verða avdúkaðar á FMA í kvøld. Tó varð Ársins Útvarpshitt avdúkað í Góðan Morgun Føroyar í gjár, tá tað vísti seg, at føroyingar valdu Send mær meira pengar hjá RSP, sum Ársins Útvarpshitt. Teir fara eisini at framføra á kvøldinum.
##med2##
FMA byrjar kl.19.00 í Norðurlandahúsinum, og í ár er gjørligt at keypa sær atgongumerki til tiltakið. KVF byrjar at senda kl. 20.00, og tað verður eitt sindur forskotið.
Fleiri bólkar fara at framføra á kvøldinum, m.a. Brimheim, Vágaverk, kórið Silvitni, Guðrið Hansdóttir, Konsørn og Steintór Rasmussen.
Eitt kvøld spekkað við spenningi og góðum tónleiki.
Hesar eru tilnevningarnar:
Ársins útgáva:
- Ivaveður – Vágaverk
- Gult Myrkur – Guðrið Hansdóttir
- Can't Hate Myself Into A Different Shape – Brimheim
- For The Blue Sky – Frum
- If I made you cry, I'm sorry – Lea Kampmann
Ársins lag:
- Síggja av nýggjum – Marius Ziska
- Send mær meira pengar – RSP
- Ballast millum maðkar – Æðrasoppar
- I Should Have Known Better – Tamara
- Spotlight – Ester Skála
Ársins kompositión:
- Kári Jacobsen – Vælsignaðir barnaskógvar
- Madsen & Egilstrøð – Beinta: Departure
- Klingra – Eitt minni
- Yggdrasil – "Ichski" á Timint Areh
- Oddur Joensen – Jazzmanian Devil
Ársins útgáva/konsert:
- Beinta – Madsen & Egilstrøð
- Akkordeon & Violin – Anna & Angelika
- In a Field – Eli Tausen á Lava
- Ælaveður – Pauli í Sandagerði
- Føroya Symfoniorkestur, heystkonsert – Mattias Kapnas framførir klaverkonsert hjá Kristiani Blak
Ársins spíri:
- RSP
- Æðrasoppar
- Ari Hammer Joensen
- Eyði Højsted Horsdal
- iKai
Tekstur:
- Urd Johannesen – útgávan Rangvørg hjá Biritu Poulsen, Kára Jacobsen og Urd Johannesen
- Lív Maria Róadóttir Jæger – útgávan Gult Myrkur hjá Guðrið Hansdóttir
- Elinborg Pálsdóttir – útgávan Vera hjá Elinborg
Visuellur samleiki:
- Reiley
- Einangran
- Joe and the Shitboys
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen