"Tað er helst tíðarspilla at ummæla hesa guðsjammerligu fusk-útgávu," skrivaði ein lesari í bløðunum, tá yrkingasavnið "Libido" eftir ein, ið rópti seg HOT, kom út í 1972 á egna forlagið høvundans, Semper Ardens. Handan navnið HOT (og forlagið) fjaldi seg studdentaskúlanæmingurin, nú vinnulívsmaður og íverksetari, Johan Mortensen.
28 A4-ørk, klipsað saman, við tape um ryggin, summi ørk ljósareyð, eitt blátt, tekstur við skrivimaskinu-skrift, á skák ella upp og niður, reglurnar summastaðni skrivaðar fleri ferðir oman á hvør aðra og meststum ógjørligar at lesa. Og leitaði tú eftir náttúrulýsingum í hesum yrkingunum, var ikki nógva at finna, bara vendingar sum "veldigt veður blam de lam / lekkirt landslag blam de lam".
##med2##
Libido var - og er framvegis - tað mest sermerkta og "øðrvísi" yrkingasavnið, ið er komið út á føroyskum. Tað er ikki ov mikið sagt, at Libido er Føroya einasta veruliga "underground"- og kult-yrkingasavn.
Sumt í savninum kann kanska sigast vera "barn av síni tíð", men barnið er kompromisleyst, og tað er akkurát líka sprelllivandi, nú tað fyllir 53, sum tá ið tað kom í verðina.
Bókin varð á sinni bara prentað í 100 eintøkum, og hevur verið útseld í gott 50 ár.
Nú hevur forlagið Asfalt hjá Hugini Eide, bókavørði, forleggjara v.m., við stuðli frá Mentanargrunni Landsins latið prentað bókina uppaftur í fotografiskum endurprenti, og við eftirorði eftir Berg Djurhuus Hansen, lektara.
Hendan nýggja útgáva verður løgd fram í Sirkus í Vágsbotni í Havn týskvøldið 18. mars kl. 20.00, har Bergur Djurhus Hansen fer at siga nøkur orð, og møguligt verður at ogna sær hesa nýggju útgávuna - afturvið tónleiki frá uml. 1970.
Libido, 2. útgáva, verður at fáa í bókabúðunum frá mikudegi 19. mars.
Hon er prentað í 200 eintøkum.