Føroya Rættur staðfest avgerð hjá Kappingarráðnum í loðsmálinum

– Eg fegnist um, at dómurin júst staðfestir, at reiðarí og umboðsfólk hava rætt til at velja ímillum teir veitarar sum eru góðkendir av Sjóvinnustýrinum, sigur Heri Joensen

Føroya Rættur hevur tann 6. mai 2021 staðfest avgerð hjá Kappingarráðnum í máli um loðsflutning í Fuglafirði.

 

Kappingarráðið tók tann 11. oktober 2018 avgerð um, at Fuglafjarðar kommuna hevði framt brot á § 11 í kappingarlógini, tí kommunan hevði forðað P/F Faroe Agency at veita loðsflutning í Fuglafirði.

 

Fuglafjarðar kommuna valdi at kæra avgerðina hjá Kappingaráðnum til Vinnukærunevndina, sum tann 11. januar 2019 kunngjørdi avgerð um at staðfesta avgerðina hjá Kappingarráðnum viðvíkjandi loðsflutningi.

 

Fuglafjarðar kommuna valdi at kæra avgerðina hjá Vinnukærunevndini til Føroya Rætt, sum nú hevur tikið avgerð í málinum.

 

Føroya Rættur staðfestir, at Fuglafjarðar kommuna framdi brot á § 11 í kappingarlógini, tá kommunan forðaði P/f Faroe Agency at veita loðsflutningstænastur í Fuglafirði frá 2014 til 2018.

 

Í dóminum verður m.a. staðfest:

 

“Retten tiltræder vurderingen, hvorefter kommunens leveringsforpligtelse efter § 4, ikke nødvendiggør, at private, som opfylder betingelserne for at udføre opgaver med transport af lodser, og som er anmodet om at påtage sig opgaven af det pågældende skibs repræsentant, afskæres fra at udføre opgave” 

 

Hetta merkir, at hóast ein kommuna er áløgd eina loðsskyldu og hevur evstu ábyrgd fyri, at loðsur verður fluttur á skip, so hava reiðarí og umboðsfólk sum meginregla rætt til at velja hvør góðkendur loðsflutningsveitari skal brúkast.

 

Formaðurin í Kappingarráðnum, Heri Joensen, sigur:

 

– Í sambandi við at vit tóku avgerð í málinum tann 11. oktober 2018 segði eg, at vónandi fór avgerðin at hava við sær, at ein og hvør, sum hevði ein góðkendan bát kundi gera avtalur við reiðarí um útinnan av loðsflutningi, tí hetta vildi tryggja eina virkna kapping.

 

– Eg fegnist tí um, at dómurin júst staðfestir, at reiðarí og umboðsfólk hava rætt til at velja ímillum teir veitarar sum eru góðkendir av Sjóvinnustýrinum, og at kommunan kann bert nokta um sakligar orsøkir eru til staðar, sigur Heri Joensen.   

 

– Til kommunurnar vil eg siga, at dómurin broytir ikki við teirra rætt at skipa loðsingina, herundir loðsflutning, men dómurin staðfestir, at atlit skal takast til kappingarlógina.