Føroya kendasti veðurmaður 90 ár

Seinnapartin í dag verður hátíðardámur í Miðlahúsinum í Vágsbotni í Havn, tí millum klokkan 15 og 17 verður móttøka fyri elsta starvsfólki í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen, veðurmanni, ið sunnudagin fyllir 90 ár.

Seinnapartin í dag verður hátíðardámur í Miðlahúsinum í Vágsbotni í Havn, tí millum klokkan 15 og 17 verður móttøka fyri elsta starvsfólki í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen, veðurmanni, ið sunnudagin fyllir 90 ár.

 

Petur Skeel Jacobsen er upprunaliga ættaður úr Havn. Men familjan flutti til Kaldbaks, haðani pápin var ættaður, og er Petur Skeel Jaocbsen tí uppvaksin í Kaldbak.

 

Petur Skeel Jacobsen kom aftur til Havnar í 1944, tá hann fór á Preliminerskúla. Í 1946 fór hann í læru á Gjaldstovuni, har hann arbeiddi í nøkur ár. Í 1948 fór hann á nýggju veðurstøðina á Skansanum at arbeiða, og hann var eisini á veðurstøðini, tá hon seinni flutti út í Grønland á Svalbardsvegin.

 

Í 1962 flutti Petur til Danmark við familjuni, har hann fór í starv hjá DMI. Í 1991 vóru boð eftir honum at arbeiða sum veðurmaður á flogvøllinum, og soleiðis kom hann aftur til Føroya.

 

Eftir at Petur fór frá fyri aldur, hevur hann verið veðurmaður í Miðlahúsinum. Hann byrjaði í 1996 og møti framvegis trúliga til arbeiðis hvønn morgun, har hann skrivar veðrið til blaðið og lesur veðrið inn til tíðindi á Rás2.

 

Petur Skeel Jacobsen var giftur við  Mallu, f. Lamhauge, úr Rituvík. Hon doyði í 1987. Tey eiga synirnar Allan Mourits, Dávur Kristin og Poul.

 

Í dag millum klokkan 15 og 17 verður almenn móttøka fyri Petur Skeel Jaocbsen í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið at heilsa upp á Petur Skeel Jacobsen.