P/F Wenzel hevur gjørt 2 ára stuðulsavtalu við unga og evnaríka súkklaran Torkil Veyhe.
- Nú fái eg hugsavnað meg um ítróttina, sigur Torkil Veyhe um stuðulsavtaluna, ið hann hevur fingið lag við P/F Wenzel.
Avtalan fevnir um stuðul í fyribils 2 ár, men sáttmálin kann eisini leingjast til at røkka 3 ár.
Á Oyggjaleikum á Jersey í summar, vann Torkil Veyhe gull í einkultstarti og bronsu í landavegskappingini og liðkappingini.
Komandi tíðina skal Torkil súkkla elitusúkling í Danmark, í sonevnda a-bólkinum og harvið hevur hann longu vunnið sær pláss millum tey allar bestu.
Jógvan Højgaard, stjóri í P/F Wenzel sigur, at Torkil hevur skarað fram úr við sínum sjáldsama offurvilja og málsøkni.
- Fyri okkum sum fyritøka og bilasøla, ið umboðar fleiri av heimsins fremstu bilmerkjum, er tað sjálvsagt at stuðla einum so evnaríkum ítróttafólki.
- Vit hava ein náttúruligan tokka til alt, ið koyrir á hjólum og við súkkling hevur Torkil so dyggiliga prógvað sínar dygdir.
-Í strembanini eftir at gagnnýta orkuna, er Torkil langt framman fyri bilaheimin. At klára úr Havn til Viðareiðis og aftur upp á tvær hálvar breyðflísar og ein temunn, gera vit honum ikki eftir – enn, sigur Jógvan Højgaard.