Sørvágs Country- & Bluesfestivalur og Føroya Bjór hava í dag undirskrivað samstarvsavtalu, sum inniber, at Føroya Bjór verður veitari av øllum øl og drekkivørum fyri Sørvágs Country- & Bluesfestival komandi trý árini.
- Vit eru sera fegin um hesa avtaluna, sigur Súni Selfoss vegna Sørvágs Country- & Bluesfestival.
- Hetta er fyrstu ferð, at Føroya Bjór framleiðsla verður á festivalinum, men vit hava undanfarin ár merkt ein øgiligan eftirspurning eftir øl og sodavatn frá Føroya Bjór, Hendan avtalan fer at gera festivalin enn betur, leggur hann afturat.
Sørvágs Country- & Bluesfestivalur hevur undanfarin ár eydnast stak væl og hevur verið sera væl umtóktur. Á teimum undanfarnu festivalinum, hava fyrireikarnir lagt stóran dent á at skapa eitt familjuvinarligt tiltak.
-Sørvágs Country- & Bluesfestivalur skal verða eitt tiltak, sum øll familjan kann verða saman um, uttan at tað skal kosta nógv meira enn atgongumerkið, sigur Súni Selfoss.
Føroya Bjór fegnast eisini um samstarvsavtaluna við Sørvágs Country- & Bluesfestival.
- Vit eru sera fegin um at hava gjørt samstarvs- og stuðulsavtalu við Sørvágs Country- & Bluesfestival, sum vit halda er eitt gott og væl fyriskipað tiltak. Tiltakið hóskar seg eisini væl til okkara málbólk, og vit fara eisini at gera alt fyri, at øll fáa eina góða og vælsmakkandi uppliving, sigur Einar Waag, stjóri í Føroya Bjór.