Føldu seg ikki hótt

Maðurin, sum skeyt við byrsu í Vestmanna morgun, verður nú leyslatin aftur

Maðurin, sum skeyt við byrsu í Vestmanna í morgun, verður leyslatin aftur.

Løgreglan hevur nú fingið greiði á tí sum hendi, og niðurstøðan er, at tað er ikki grundarlag fyri at føra mannin fyri rættin við tí endamáli at fáa hann varðhaldsfongslaðan.

 

Les eisini: Illur maður í Vestmanna við byrsu og knívi

 

Tað var í eini veitslu í morgun, at maðurin varð illur og tók eina byrsu og skeyt eitt skot út ígjøgnum vindeygað. Skotið rakti í eitt træ uttanfyri og var ikki til vanda fyri nakran

Hann tók eisini ein knív, og tók høglini út eini patrón og skeyt eitt skot við leysakrúti.

Men hini, sum vóru hjástødd, sóu at hann tók høglini úr og tískil føldu tey seg ikki hótt.

 

Men maðurin fór síðani í bilin og koyrdi avstað í øðini, men hann kom bara nakrar hundrað metrar, so koyrdi hann útav í Heljereyga.

Løgreglan tók mannin, men hann var so illur, at løgreglan mátti brúka piparspray fyri at sissa hann.

Hann varð koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar og síðani í varðhaldið í Klaksvík, haðani hann verður leyslatin seinni í dag.

 

Løgreglan sigur, at hann verður skuldsettur fyri at hava koyrt við kenning og helst eisini fyri at hava loyst skotið av.