Føðingardagur í Sirkus Føroyar

Livandi tónleikur við Magnus Sørensen og meistarlig DJ’an av Übernörd, smakssroyndir úr køkinum og frá handan barrdiskin, merktu hugnaligu føðingardagsveitsluna hjá Sikus Føroyar.

Í sambandi við 4 ára dagin hjá Sirkus í gjárkvøldið, vóru hugnaligu hølini í Vágsbotni gjørd uppaftur hugnaligari, ballónir vóru undir loftinum og starvsfólkið var pyntað.

Á borðum stóðu smakksroyndir av falafel, ið tey nú fara at selja í køkinum, og Okkara bjóðaði smakksroyndir úr kranunum, og heilt nógv fólk var komið saman.

Magnus Sørensen var komin at geva Sirkus eina konsert í føðingardagsgávu. Hann tulkaði klassikarar sum House of The Rising Sun, Knockning on Heavens Door, umframt at hann spældi nøkur av sínum egnu løgum, m.a. eitt ognað Sunnevu Háberg Eysturstein, eigara av Sirkus.

Seinni um kvøldið yvirtók Übernörd DJ pultin, og spældi upp til veitslu, soleiðis sum bert hann dugur. Ein frámúr føðingardagsveitsla hjá Sirkus Føroyar.