Føroya náttúru- og umhvørvisfelag heldur lítið um nýggja uppskotið um veðurlagspolitik, ið ein arbeiðsbólkur í farnu viku handaði Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsu-og innlendismálum.
IPCC, ið er veðurlagsnevndin hjá ST, hevur mælt til, at samlaða útlátið av veðurlagsgassum verður skert við 45 prosentum fram til 2030 í mun til útlátið í 2010.
Í uppskotinum um nýggjan veðurlagspolitikk mælir arbeiðsbólkurin annars til, at í Føroyum verður útlátið á landi skert við 45 prosentum fram til 2030, meðan útlátið á sjónum verður skorið í helvt fram til 2050. Í Føroyum stendur útlátið á sjónum fyri útvið helvtini av samlaða útlátinum, og sostatt er samlaða skerjingin í føroyska útlátinum fram til 2030 rættiliga langt frá tilmælinum hjá IPCC.
- Tað er ørkymlandi at arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt uppskotið til veðurlagspolitikkin, metir at tað ikki er realistisk, at Føroyar minka útlátið í samsvari við tilmælið hjá IPCC, og setir málini í veðurlagspolitikkinum lægri enn hetta tilmæli, sigur FNU millum annað.
Meira kann lesast um atfinningarnar hjá FNU móti uppskotinum til nýggja veðurlagspolitikk í Vikuskiftissosialinum, ið fæst til keyps í kvøld, og sum annars er at lesa her.