Í kvøld, fríggjakvøldið 8. mars, verður ein stór upptakt til FMA í Reinsarínum, har pláss verður fyri 120 áskoðarum. Á hesi konsertini spæla Danny & the Veetos, Sissal, Lyon og Fróði Bjarnason.
Klaksvíksbólkurin Danny & The Veetos eigur nøkur av teimum størstu útvarpshittunum seinastu árini sum eitt nú, Sunnukvøld í mai, Allright og Farvæl, og nú fríggjadagin fara teir á pall í Reinsarínum, har teir fara at borðreiða við nýggjum tónleiki.
Sissal fekk eitt annað pláss saman við bólkinum Gø í Sement kappingini í 2015, og hevur síðan tá spælt á festivalum og tiltøkum. Hon hevur seinastu tíðina gjørt vart við seg í føroyskum útvarpi, eftir at hon í fjør gav út debut fløguna “A Lonely Chair With a View”. Fløgan er eitt bland av prog-rock, indie og jazz, og hevur hon fingið sera góð ummælir. Sissal er innstillað til ein FMA sum ársins besta songkvinna í popp/rokk bólkinum.
Lyon kom buldrandi á føroyska tónleikapallin í 2010, tá hann vann árligu Singer/Songwriter kappingina, sum var hildin í Kafe Kaspar, longu í 2014 kundi hann aftur kalla seg vinnara, tá hann saman við bólkinum The Colourstorm vann Sement kappingina. Hann voksin upp í tónlistarliga vakstrarhúsinum Grót, og telist millum okkara sterkastu og mest sermerktu røddir, tað fingu vit sjón fyri søgn, tá fyrsta og sjálvnevnda fløgan Lyon kom út í 2015. 11 sterkir sangir við broddi og sál. Fløgan varð sera væl móttikin. Men Lyon á konsert er ikki minni gott, røddin er framúr, gittarspælið gott, og á klaverinum er hann meistarligur.
Fróði Bjarnason er gávuríkur ungur tónleikari og sangskrivari. Eins og Lyon vann Fróði í fjør tónleikakappingina Stella Polaris/Sement 2018. Hann hevur við sær ein bólk, av sera dugnaligum tónleikarum hetta kvøldið. Hetta er eitt fekst og spennandi navn, ið vit fara at hoyra nógv til framyvir.
Hetta verður eitt brak av einari veitslu, og vit gleða okkum at síggja teg har.