Per I. Højgaard er valdur ársins tónleikari.
Soleiðis varð sagt:
Ársins tónleikari - PER I. HØJGAARD PETERSEN
Tónleikari, ið hevur verið eyðsýndur innan føroyskan tónleik (á palli ella í studio) í 2023. Virðislønin skal varpa ljós á tey, ið framføra tónleik í Føroyum. Tað er ein treyt, at persónurin er føroyingur og virðislønin kann latast instrumentalisti ella sangara. Tað er ikki ein treyt, at persónurin sjálv/ur hevur skapað tónleikin.
Mynd: Álvur Haraldsen











