FMA: Fyrsta virðislønin til garvaðan tónleikara

Orka hevur myndað føroyska tónleikapallin í mong ár. Kortini hevur hann onga FMA virðisløn fingið – ikki fyrr enn nú.

 

Í kvøld hevur hann fingið heiðurin sum ársins bólkur ella kór í opna bólkinum. Tað var Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, sum handaði honum virðislønina.

 

Nýggjasta útgávan hjá bólkinum, Vað, kom út í juni í fjør. Jens L. Thomsen hevur fyrr lýst útgávuna sum eitt slag av neandertalskum myndamáli.

 

Undanfarnir vinnarar av ársins bólkur ella kór í opna bólkinum eru Kvartettin í Betesda (ársins einleikari/bólkur í 2014), Yggdrasil í 2015 og Tórshavnar Kamarkór í 2016.

 

Hini tilnevndu til ársins bólkur ella kór í opna bólkinum vóru:

Arnold Ludvig Sextet

KATA

Ma'másita

Orka

Tjant