Dania O. Tausen eigur ársins útgávu við FMA 2024.
Dania tók ímóti saman við tónleikarum.
Dagt verður soleiðis um útgávuna ið kann fáa henda heiður:
Ársins Útgáva - JA/NEI - OG RESTIN AV VIKUNI HJÁ DANIU O. TAUSEN
Verkið í síni heild, framleiðslu, ljóðgóðsku, sangirnar sum einkultløg, tekstir o.t. Útgávan skal verða útgivin (fysiskt og ella talgilt) í 2023 og tilfarið skal vera tøkt at hoyra. Útgávan skal vera minst 15 minuttir til longdar. Tað er ein treyt at ein føroyingur er oddafólk, ella hevur ein definerandi leiklut í skapanini. Virðislønin fyri ÁRSINS ÚTGÁVU er ikki heft at tónleikastíli.