FM1: Virgar Hvidbro mælir til vit og skil

Fótbóltspanelið: Tilimæli til áskoðararnar og vón um reint spæl, nú veddingarfyritøkur bjóða seg fram

##med2##

Í dag var Fótbóltspanelið aftur á FM1. Sendingin hevur ikki verið á ská síðani steðgur kom í alt samfelagið. Nú byrjar fótbóltur aftur og tað merkir eisini skránna hjá FM1.

Ein av gestunum í dag var Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum. Hann greiddi frá tilgongdini við at fáa fótbóltin í gongd aftur. Í løtuni er tilmælið frá koronaráðgevingini at tað skal verða uttan áskoðarar. Tað ynskir Fótbóltssambandið eisini at fylgja, men avbjóðingin er um áskoðarar ikki fylgja tilmælinum.

- Eg kann bara mæla til vit og skil. Vit kunnu ikki fara at renna eftir fólki, um tey standa á einum bakka. Vit hava sagt, at tað skulu standa vaktir við inngongirnar, sum tað plagar. Har verður boðað frá, at bara tey á listanum sleppa inn, sigur Virgar Hvidbro.

 Altjóða áhugi

Tað er eisini stórur altjóða áhugi fyri føroyskum fótbólti, sum er tann fyrsti, ið er farin í gongd aftur í Evropa eftir ein koronasteðg. Tað merkist eisini hjá veddingarfyritøkunum, sum leitar eftir dystum. Tað kann geva avbjóðingar tá talan er um avtalað spæl.

- Vit fara at tosa við spælararnar og minna teir á vandan. Ongin skal halda seg vera for góðan til at fella fyri freistingini, sigur Virgar Hvidbro.

In.fo og FM1 fylgja gongdini í 1. umfari, sum verður leygardagin.

Fótbóltspanelið: Samrøða við Virgar Hvidbro 7. mai 2020