##med2##
Tað endaði við einum 7-0 stórsigri til Víking á TB í Sarpugerði í Norðragøtu. Í fyrra hálvleiki gekk tó rættiliga væl hjá TB, og tað var bert eitt mál á muni í steðginum. Men longu tá fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki var støðan 3-0 til Víking.
Víkingur fekk fyrstu stigini til høldar hetta kappingarárið, meðan TB enn hevur fyrsta stigið til góðar aftaná tvey stórtap.
Víkingur-TB 7-0 (1-0)
1-0 Sølvi Vatnhamar (33.)
2-0 Arnbjørn Svensson (46.)
3-0 Martin Klein Joensen (50.)
4-0 Sølvi Vatnhamar br.sp. (57.)
5-0 Andreas Lava Olsen (69.)
6-0 Olaf Bárðarson (82.)
7-0 Finnur Justinussen (90. +)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Svenn Ó. Olsen siga frá teimum sjey málunum.
2) Hoyr samrøðuna Rúni gjørdi við Poul Ingason hjá TB.
3) Hoyr samrøðuna Rúni gjørdi við Sølva Vatnhamar hjá Víkingi.
Poul Ingason helt fyri, at teir í TB mugu bara taka dagsins dyst sum ein venjingardyst undan drúgvu dystarskránni í apríl. Sølvi Vatnhamar fegnast um, at Víkingur hevur fingið fyrsta sigurin. Tað hevur verið langligt at bíða hjá leikarunum aftaná fleiri avlýsingar vegna vánaligu veðurlíkindini í mars.