FM1: Vestmenningar fegnast um sigurin í umdystinum

(FM1) Hoyr John Larsen, venjara hjá VÍF, John Larsen og seksmálsskjúttan hjá Neistanum, Hallur Arason seta orð á dystin Neistin-VÍF 32-28 (12-16)

##med2##

Fagnaðurin hjá vestmenningum var ikki at fara skeivur av í kvøld. Vestmenningar vunnu nógv umtalaða umdystin í Burn mansdeildini 32-28 móti Neistanum. Í steðginum vóru vestmenningar á odda 16-12. Neistin var væl við stóran part av seinna hálvleiki, men seinastu fimm minuttirnar settu vestmenningar tingini uppá pláss.

Neistin-VÍF 28-32 (12-16)

Toppskjúttar Neistin: Hanus Árason 6, Jónsvein Dulavík 6, Julian J. Kragesteen 5, Rasmus Søby 5.

Toppskjúttar VÍF: Filip Jojic 12, Hanus Christophersen 6, Sjúrður Olsen 4

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann hjá FM1 siga frá dystarendanum og taka stutt samanum dystin. 

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við ein fegnan høvuðsvenjara hjá VÍF, John Larsen sum ikki bara er fegin um sigurin. John Larsen er fegin um stríðið VÍF hevur ført uttanfyri vøllin fyri at fáa eina virðiliga avgerð um hendan dystin. VÍF-venjarin heldur eisini, at VÍF hevur stríðst fyri, at tey sjálvbodnu ikki skulu líða fyri nakað, og EHF og IHF reglur mugu galda framyvir. Eitt lið sum manglar eitt mál má heldur fáa tað aftaná dystin enn at spæla allan dystin umaftur. 

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Hanus Árason, ið skoraði seks mál fyri Neistan. Hanus heldur, at Neistin var ikki væl við í fyrra hálvleiki. Tað var munandi betri í seinna hálvleiki, men seinastu fimm minuttirnar av dystinum fall Neistin aftur. 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71133633085521
 VÍF123713096220
 NEISTIN133903504017
 KÍF13339332713
 TEAM KLAKSVÍK13352385-339
 STÍF13310373-636
 KYNDIL13280348-684

 

(Samrøður: John Larsen og Hallur Arason)