##med2##
Síðani 1985 hava tjóðirnar í Evropa, ið hava eitt íbúgvartal undir eina miljón íbúgvar kappast á leikunum, ið nevnast Small Nation Games.
Níggju smátjóðir, ið allar hava fullveldi kappast. Talan er um lond, ið vit hava kappast við í fleiri ítróttargreinum. Tey níggju londini, ið nú manna Small Nation Games eru Ísland, Monako, Liktinstein, Andorra, San Marino, Luksemborg, Kýpros, Malta og Montenegro.
Montenegro var vertur fyri leikirnar, ið var dagarnar 27. mai til 1. juni. Jón Hestoy, varaforseti í ÍSF og Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF vóru eygleiðarar til leikirnar, og høvdu góðar og konstruktivar fundir við umboð fyri luttakaralondini.
Seinnapartin fríggjadagin vitjaði Petur Mittún sendingina "SportBoxina" á FM1 og greiddi frá. Petur Mittún vónar, at Føroyar til komandi leikirnar í Andorra í 2021 kann fáa, ið hvussu er assosieraðan limaskap, og fáa fótin innum til Small Nation Games.
Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Petur Mittún.