Stórt beinleiðis ítróttarkvøld verður á FM1 í kvøld frá beint áðrenn klokkan 18.
Klokkan 18 byrjar tann fyrsta av møguligum trimum hálvfinalum í Burn Mansdeildini millum VÍF og Neistan í høllini í Vestmanna.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101.
Frá klokkan 19.30 verður sjóneykan sett á HM-undankappingardystin millum Skotland og Føroyar, ið byrjar á Hampden Park leikvøllinum í Glasgow klokkan 19.45.
Tróndur Arge hevur beinleiðis studiofrásøgn frá dystinum.
Samrøður koma út á in.fo seinni í kvøld.











