##med2##
Tað var ein sera fegin FSF-aðalskrivari Petur Asbjørn Lervig fekk orðið á inni á Tórsvølli fyri løtu síðani. Virgar Hvidbro stórfegnast um úrtøkuna hjá U21-landsliðnum, ið við javnleiki 1-1 móti Serbia í dystinum í Klaksvík fyrr í dag vann seg upp á 10 stig í undankappingini, ið er tað næstmesta nakrantíð.
Enn er ikki staðfest hvør fer at vera U21-landsliðsvenjari til komandi undankapping. Virgar staðfestir, at tað eru fleiri sum hava lagt bilett inn, eisini útlendingar.
Virgar kundi eisini boða frá, at áskoðaratalið fer uppum 3.000 til Nations League dystin móti Luksemborg í kvøld klokkan 19.45.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Virgar Hvidbro.