##med2##
Meðan fremstu málskjúttarnir hjá KÍ, Páll A. Klettskarð og Jóannes Bjartalíð vunnu tað fremsta og besta steypið, FM-steypið, so verður tað Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi, ið er staðfestur toppskjútti í Betrideildini við 20 stigum. Páll endaði á 18 málum, og Jóannes endaði á 16 málum.
Sølvi Vatnhamar sigur í samrøðu við Árna Gregersen á FM1, at tað er stuttligt at gerast toppskjútti, men hann vildi heldur vunnið eitt steyp við liðnum, og tí er hann ógvuliga motiveraður til finaluna um løgmanssteypið móti KÍ á Tórsvølli komandi leygarkvøld.
Sølvi skoraði 18 av 20 málum tveir teir fyrstu triðingarnar av kappingini, men aftaná ein málturk skoraði hann tvey mál í 4-0 sigrinum á EB/Streymi í dag, og fær tí tann gylta skógvin tá FM1 og FSF reika fyri "Ársins spælara" tiltakinum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við toppskjúttan í 2022, Sølva Vatnhamar.