FM1: Tolnið treivst hjá NSÍ

(FM1) Hoyr Bill McLeod Jacobsen, høvuðsvenjara hjá NSÍ seta orð á týdningarmikla sigurin á 07 Vestur

##med2##

 

Tað tók sína tíð, men at enda eydnaðist tað favorittunum í NSÍ at vinna 2-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur. Fyrra málið skoraði Jørgen Nielsen, sum 12 minuttir eftir steðgin avloysti Mórits Heina Mortensen. Seinna málið skoraði Mikkel Elbæk Jakobsen, tá ið tað restaðu seks minuttir. Uppleggið átti Jacob Trenskow.

 

Sigurin merkir, at NSÍ við 41 stigum er bert eitt stig aftanfyri B36 á fjórða plássinum. NSÍ spælir móti ÍF í Fuglafirði í 26. umfari, B36 tekur móti Víkingi. Í 27. umfari møtast liðini við Løkin í Runavík.

 

NSÍ-07 Vestur 2-0 (0-0)

 

1-0 Jørgen Nielsen (76)

 

2-0 Mikkel Elbæk Jakobsen (84)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Bill McLeod Jacobsen sum ásannar, at tað kravdi tol at bukta 07 Vestur í dag, men við sigrinum stendur NSÍ við einum góðum møguleika at tryggja sær týðandi fjórða plássið.