FM1: TB vann sín fyrsta sigur hetta kappingarárið

(FM1) Hoyr hvussu TB vann 3-0 á Fleyr, og hoyr Rannvá Berg í Heiðunum hjá TB, Vár Rajani Færø hjá Fleyr og Suna Y. Petersen seta orð á dystin

 

##med2##

Flogbóltsfólkið í Suðuroy stórfegnast í dag. TB hevur vunnið sín fyrsta dyst í meistaradeildini hjá kvinnum hetta kappingarárið.

Hetta gjørdist veruleiki tá TB fyrr í dag vann 3-0 á Fleyr í høllini í Trongisvági aftaná fyrst tvær teprar settsigrar, men í triðja settinum vann TB greitt.

TB-Fleyr 3-0 (25-22, 25-23 og 25-14)

Ígjár vann Fleyr 3-2 á TB, so TB hevur fingið fýra stig uppá tveir dagar.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin hjá FM1, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum.

2) Hoyr Suna Yong Petersen taka samanum tey trý settini og dystin. Suni heldur, at tað er sera gott og sera sunt fyri kappingina, at TB nú eisini er komið í gongd.

3) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Rannvá Berg í Heiðunum hjá TB, ið stórfegnast um sigurin, og slær fast, at nú fer TB at geva hinum liðunum ein skarpan gang.

4) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Vár Rajani Færø hjá Fleyr, ið staðfestir, at TB var bara tað nógv betra liðið í dag.

##med3##

Í Kollafirði fekk oddaliðið Mjølnir eina ringa byrjan við at tapa fyrsta sett móti KÍF, men klaksvíkskvinnur vunnu trý tey næstu settini, og og harvið dystin 3-1.

KÍF-Mjølnir 1-3 (25-16, 23-25, 23-25, 19-25)

Mjølnir er á odda við 17 stigum, Dráttur er nummar tvey við 12 stigum. Fleyr hevur átta stig, og KÍF hevur sjey stig. TB hevur fýra stig og SÍ er aftast við trimum stigum. 

 

 

(TB-Fleyr 3-0. Avgerandi bóltarnir, og samrøður við Rannvá Berg í Heiðunum og Vár Rajani Færø)