##med2##
Hóskvøldið klokkan 19.45 spælir føroyska landsliðið Nations League dyst móti Litava á útivølli. Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.
Petur Asbjørn Lervig hevur gjørt nakrar undansamrøður við landsliðsleikarar.
Millum teir Petur Asbjørn fekk orðið á í dag var Andrass Johansen hjá B36, ið eisini hevur fingið landsliðsboð á fyrsta sinni.
Fyri Andrass Johansen var tað eitt stórt yvirraskilsi at blíva úttikin til A-landsliðið á fyrsta sinni. Sama morgun tíðindafundurin hjá landsliðsvenjaranum, Håkan Ericson var beinleiðis á FM1 høvdu tey, ið savnast í B36-húsinum til kaffi fyrrapartar fingið boðini við, og tey fagnaðu boðunum stórliga tá Andrass kom á gátt hjá teimum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna.