##med2##
Manslandsliðið hevur havt sína seinastu venjing undan landsdystinum móti Gibraltar, sum verður í morgin klokkan. Teitur M. Gestsson situr yvir við skaða og tað iðrar hann seg um.
- Tað er súrt at standa og snakka við teg, eg hevði heldur vilja sloppið at trena við, sigur Teitur M. Gestsson brosandi, meðan restin av liðnum venur á váta undirlagnum í La Qiunta.
- Eg havi fingið nakrar skaðar í seinastuni. Eg havi ongan uppstart havt, tí eg havi havt ein skaða í økslini, men eg havi tíbetur fingið teir fyrstu dystirnar við hjá HB. Vit hava koyrt á her til venjing og eg havi fingið ein yvirbelastning í tjúkkan, sigur Teitur M. Gestsson.
Hann hevur fingið eina blokadu í økslina, sum ger at hann í løtuni fær spælt og sleppur undan skurðviðgerð, og hann roynir at hugsa um stóra samanhangin.
- Hetta er ótrúliga keðiligt, men eg kann ikki gera so nógv við tað. Eg havi plikt at siga frá, tá eg føli okkurt. Um tað var Champions League finalan, so kundi eg sikkurt pressað meg til tað. Eg vil sjálvandi spæla, men hetta er ein vejingarlega og eg verið noyddur at hugsa um komandi dagarnar og lurta eftir serfrøðini, sigur Teitur M. Gestsson.
Málverjin hjá HB vónar, at klára at venja sunnudagin og klárur til dystin móti Liktenstein, sum verður týsdagin. FM1 sigur frá venjingarlandsdystinum móti Gibraltar, sum verður í morgin klokkan 17.
##ms##










