FM1: Støðulýsing hjá Ósá av Betrideildarfeløgunum

(FM1) Seinni gesturin hjá Tróndi Arge í sendingini Fótbóltspanelið á FM1 í dag var Jákup Ósá

##med2##

Seinni gesturin hjá Tróndi Arge í sendingini Fótbóltspanelið á FM1 seinnapartin var fótbóltstíðindamaðurin og fótbóltsviðmerkjarin, Jákup Ósá hjá bolt.fo og Norðlýsinum.

Tróndur Arge og Jákup Ósá tóku eina støðulýsing av liðunum, ið skulu manna Betrideildina hetta kappingarárið.

Jákup heldur, at higartil stendur Víkingur fyri teimum mest stabilu avrikunum.

Jákup heldur, at ein má bíða eftir hvønn styrk B36 og NSÍ fáa sær aftrat verandi hópum áðrenn til ber at meta um styrkina hjá hesum liðunum.

Spurdur um VFF Cup greiðir Jákup frá, at tað er ymisligt hvussu stórur indekator VFF Cup kappingin er um tað komandi kappingarárið. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jákup Ósá á FM1 fyrr í dag.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur gjørdi við Patrik Johannesen, ið fer at royna seg við Egersund í triðbestu norsku fótbóltsdeildini. 

(Samrøða: Jákup Ósá)