##med2##
Stórt fótbóltspanel var á FM1 seinnapartin, har sent var millum klokkan 15.10 og 16.50.
Verturin Tróndur Arge hevði mannað panelið við Jákupi Ósá frá bolt.fo og Norðlýsinum og Leivi Frederiksen, ítróttarredaktøri hjá Kringvarpi Føroya.
Evnini sum vóru til viðgerðar vóru:
1) Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um løgmansteypið
2) Jákup og Leivur settu liðið fyri fyrsta triðingin av kappingini í Betrideildini.
3) Jákup og Leivur mettu um 11. umfar, ið verður leikt hetta vikuskiftið. Jákup og Leivur settu eisini orð á hvussu tey 10 liðini hava avrikað higartil í Betrideildini.
4) Panelið svaraði eisini spurningum frá lurtarunum.
FM1 sigur frá fýra dystum í Betrideildini. Sunnudagin sigur FM1 beinleiðis frá dystunum KÍ-EB/Streymur og B36-AB. Teir dystirnir byrja klokkan 15. Mánakvøldið sigur FM1 frá Víkingur-HB klokkan 18 og NSÍ-Skála, ið byrjar klokkan 19. Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7.
Omanfyri ber til at hoyra stóra fótbóltspanelið.