FM1: Stór fótbóltsupptakt í dag

Sportboxin hitar upp til fótbóltsárið saman við Leivi og Jákupi

Í Sportboxini, sum er á FM1 hvønn fríggjadag millum klokkan 15 til 17, verður stór upptakt til komandi kappingarár í fótbólti, sum byrjar sunnudagin.

 

Hoyr Sportboxina á netinum við at trýsta HER

 

Gestir í sendingini verða Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur í Kringvarpinum, og Jákup Ósá, ítróttarskrivari á bolt.fo og Norðlýsinum.

 

Talan verður um tveir tímar av Fótbóltspanelinum, har øll liðini í Betri deildini verða viðgjørd. Hartil verður mett um, hvar liðini fara at enda á stigatalvuni. Panelið skal eisni meta um hvørjir einstaklingar kunnu koma at standa væl í ár. 

 

Eisini verður mett um dystirnar í 1. umfar, ið verður sunnudagin. Spurningar og viðmerkingar kunnu sendast inn á 559999.

 

Betri deildin menn 1. umfar:

Sunnudagin 10. mars

KÍ – HB (15.00) Beinleiðis á FM1

NSÍ-EB/Streymur (15.00)

B36-Skála (15.00)

Víkingur-ÍF (15.00)

TB-AB (15.00)