FM1: Spælari ið er partur av matchfixing fær leikbann fyri lívstíð

(FM1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Terja Nielsen, trygdarleiðara hjá FSF í Fótbóltspanelinum á FM1 um matchfixing

##med2##

Er ein føroyskur fótbóltsspælari við til at fremja matchfixing, so er viðkomandi útihýstur frá øllum skipaðum fótbólti restina av lívinum, og viðkomandi kann í besta føri spæla innandura við vinmonnum, og spæla í møguligum firmakappingum. Tann føroyski fótbóltsspælarin sum finnur uppá at verða partur av matchfixing stendur eisini til eina fongsulsrevsing. Tað samtykti Føroya Løgting fyri stuttum.

Trygdarleiðarin hjá FSF, Terji Nielsen hevur hildið fyrilestur fyri øllum Betrideildar-hópunum og dómarahópunum. Í næstum fer hann at hava fyrilestur um sera álvarsama evnið fyri 1. deildar- og 2. deildarhópum.

FSF tekur tað sera álvarsamt, at matchfixing ikki kemur fyri í Føroyum. Terji Nielsen kann gleðiliga staðfesta, at enn er tað eingin sum hevur framt matchfixing, ella er undir illgruna at fremja matchfixing. 

Terji Nielsen var høvuðsgestur hjá Tróndi Arge í sendingini Fótbóltspanelið á FM1 seinnapartin.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra longri samrøðuna Tróndur Arge hevði við Terja Nielsen um match-fixing.

HER ber til at hoyra Trónd Arge meta um 9. umfar í Betrideildini. 

(Samrøða við Terja Nielsen um match-fixing)