FM1: Soleiðis vann Víkingur seg í sína steypafinalu nummar 9 síðani 2009

(FM1) Hoyr sigursmálið hjá Víkingi, samanumtøku hjá Oddbirni Joensen og samrøðu við Atla Gregersen, liðskipara hjá Víkingi

##med2##

 

HB – Víkingur 0-1 (0-1) - HB vinnur samanlagt 3-2

 

0-1: Andreas Lava Olsen (38.) 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin, Trónd Arge og viðmerkjaran, Oddbjørn Joensen siga frá sigursmálinum.

 

2) Hoyr Oddbjørn Joensen taka samanum tað hann heldur vera ein uppibornan Víkinga-sigur.

 

3) Hoyr samrøðuna Heri Simonsen gjørdi við Atla Gregersen, liðskipara sum hóast leikbann til finaluna stórfegnast vegna liðið og felagið um, at Víkingur er í enn einari steypafinalu.

 

Talan er um níggjundu ferð Víkingur er í steypafinaluni. Víkingur vann fimm tær fyrstu, men hevur tapt tríggjar tær seinastu.

 

Tá Víkingur og KÍ møttust í finaluni í 2016 vann KÍ aftaná brotssparkskapping. 

 

HB-Víkingur 0-1 (0-1) - Hoyr sigursmálið, samanumtøku hjá Oddbirni Joensen og samrøðu við Atla Gregersen

HB-Víkingur 0-1 (0-1) - Hoyr sigursmálið, samanumtøku hjá Oddbirni Joensen og samrøðu við Atla Gregersen