##med2##
Tað er í skrivandi stund ikki so stórur spenningur um hvørji fýra lið vinna seg í FM-hálvfinalurnar í Burn mansdeildini.
Aftaná greiða 28-19 sigurin hjá neistamonnum á StÍF í høllini á Hálsi í kvøld eru seks stig frá nummar fimm, Team Klaksvík sum hevur sjey stig upp til KÍF, ið er á fjórða plássi við 13 stigum. Í steðginum vóru neistamenn á odda 13-9.
(Tíverri er eingin dómaraseðil tøkur frá dystinum)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá seinastu løtuni av dystinum.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Pætur Barclay hjá StÍF, ið staðfestir, at teir í StÍF heldur mugu satsa uppá at gera tað væl í Faxe Kondi steypakappingini.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Hanus Árason hjá Neistanum, ið eftir tí Sjúrður hevði talt seg fram til skoraði seks mál fyri Neistan í kvøld. Hanus Árason hevur góðir vónir um, at Neistin kann endurtaka avrikið og eisini fáa tvey stig móti Kyndli sunnudagin klokkan 16. Sjúrður sigur beinleiðis frá tí dystinum á FM1.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 | 11 | 316 | 259 | 57 | 19 |
VÍF | 10 | 314 | 269 | 45 | 15 |
NEISTIN | 11 | 332 | 302 | 30 | 14 |
KÍF | 12 | 315 | 301 | 14 | 13 |
TEAM KLAKSVÍK | 11 | 290 | 322 | -32 | 7 |
STÍF | 12 | 283 | 344 | -61 | 6 |
KYNDIL | 11 | 242 | 295 | -53 | 4 |