##med2##
Tað verður FM-finala í Gundadali í Havn komandi leygardag tá B36 og KÍ dystast.
KÍ vann 3-2 á NSÍ á heimavølli, B36 vann 1-0 á Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu.
KÍ hevur ein fyrimun við betri málmuni, og kann við bæði javnleiki og við sigri tryggja sær fyrsta FM-heitið í 20 ár, og 18. FM-heitið í søgu felagsins.
B36 má vinna á KÍ fyri at tryggja sær 12. FM-heitið í søgu felagsins.
KÍ – NSÍ 3-2 (2-1)
Øssur Dalbúð 0-1 (32.)
Patrik Johannesen 1-1 (35.)
Páll Andrasson Klettskarð 2-1 (39.)
Páll Andrasson Klettskarð 3-1 (71.)
Andri Benjaminsen 3-2 (88.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum fimm málunum.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjara hjá KÍ.