##med2##
Tað var sera nær við, at føroyska kurvabóltslandsliðið fekk sín fyrsta sigur á oyggjaleikum, tá teir fyrr í dag taptu tepurt 74-79 móti Jersey.
Ein sigur hevði verið søguskriving, men tað var ein onnur søguskriving í dag, og var tann søguskrivingin í útvarpshøpi.
Frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal og viðmerkjarin, Janus Jakobsen gjørdust teir fyrstu at siga beinleiðis frá einum kurvabóltsdysti á oyggjaleikunum í føroyskum útvarpi.
Kurvabóltshugaði og onnur áhugaði hava møguleikan at lurta eftir øllum dystinum og samrøðu við Steen Rói Lorentzen á SoundCloud.
HER er leinkjan til SoundCloud-ljóðfíluna við øllum dystinum.
##ms##