Í Sportboxini, sum var á FM1 í dag millum klokkan 15 og 17, var ítróttarskrivarin hjá Miðlahúsinum, Sjúrður H. Hoydal, gestur. Hann setti orð á fyrstu umførini í landskappingini hjá bæði monnum og kvinnum. Serliga stórsigurin hjá KÍF móti H71 var óvæntaður.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
- Eg mátti fara úr Vestmanna, fyri at síggja hetta við mínum egnu eygum, sigur Sjúrður H. Hoydal um óvæntaða úrslitið.
Hann er eisini bilsin av, at kvinnuliðið hjá H71 megnaði at vinna stórt á Kyndli, sum seinnu árini hevur verið eitt av toppliðunum, meðan VÍF vann greitt í fyrsta umfarinum.
- Tað verður ringt hjá nøkrum at taka VÍF í ár. Eg eri bilsin av, at H71 vann á Kyndli, men Kyndil manglar fleiri spælarar, sigur Sjúrður H. Hoydal.
Tað verður fult umfar um vikuskiftið. Hondbóltur verður í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar mánadagin.