##med2##
ÍF hevur strítt set innaftur í Betrideildina 2021 við einum sera týðandi 1-0 sigri á TB við Stórá í Trongisvági. Samstundis sum ÍF vann tapti B68 1-2 fyri 07 Vestur, og EB/Streymur er aftanfyri 1-3 móti Víkingi í Sarpugerði.
ÍF hevur við 16 stigum nú trý stig upp til bjargingina, har B68 hevur 19 stig, og EB/Streymur verður eisini á 19 stigum um Víkingur heldur leiðsluna í Sarpugerði.
Miðvallarstríðsmaðurin hjá ÍF, Karl A. Løkin stórfegnast um týdningarmikla sigurin á TB, ið Karl avgjørt heldur var ein uppiborin sigur. Karl slær fast, at teir í ÍF fara at stríðast fyri møguleikanum teir hava fingið nú, tí teir ætla sær at vera eitt betrideildarlið í 2022.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra stuttu samrøðuna FM1 gjørdi við Karl A. Løkin beint áðrenn Smyril fór norður við ÍF-hópinum og øðrum ferðafólki.