FM1 sigur frá øllum fimm dystunum í Betrideildini hetta vikuskiftið

Sagt verður frá tveimum dystum fríggjakvøldið og trimum dystum leygardagin

Hetta vikuskiftið verður 23. umfar leikt í Betrideildini hjá monnum.

 

Frásøgumennirnir hjá FM1, Tróndur Arge, Petur Asbjørn Lervig, Petur Jákup Heinesen og Óli G. Samuelsen siga beinleiðis frá øllum fimm dystunum á FM1.

 

Skráin við frásøgumonnum er hendan: 

 

Fríggjakvøldið klokkan 19: KÍ-B68 (Petur Asbjørn Lervig)

 

Fríggjakvøldið klokkan 19: B36-Skála (Tróndur Arge)

 

Leygardagin klokkan 15: EB/Streymur-AB (Petur Jákup Heinesen)

 

Leygardagin klokkan 16: NSÍ-07 Vestur (Óli G. Samuelsen)

 

Leygarkvøldið klokkan 19.45: HB-Víkingur (Tróndur Arge)

 

Vinnur KÍ á B68, og Víkingur fær javnleik ella tapir móti HB, so verður KÍ staðfestur Føroyameistari hetta vikuskiftið.

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fimm dystunum.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo