FM1 sigur frá VÍF-KÍF klokkan 16 seinnapartin

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá grannauppgerðini í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini

Tveir dystir verða spældir í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum. Báðir dystirnir byrja klokkan 16.

Í Hoyvík er felagsuppgerð millum H71 og H71 2. Í Vestmanna verður grannauppgerð millum VÍF og KÍF.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum VÍF og KÍF.

Samrøður við umboð fyri VÍF og KÍF koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.

Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.