FM1 sigur frá stórsteypadystinum HB-B36

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá stórsteypadystinum. Sendingin byrjar sunnudagin klokkan 16.35

Almenna fótbóltsárið byrjar á Tórsvølli seinnapartin í morgin.

 

Klokkan 14 sunnudagin spæla greipuvinnararnir hjá EB/Streymi/Skála og nr. 2 í báðum kappingum í fjør, HB fyrsta stórsteypadystin hjá kvinnum nakrantíð.

 

Klokkan 17 sunndagin spæla FM-vinnararnir, HB og steypavinnararnir, B36 stórsteypadystin hjá monnum.

 

FM1 sigur frá stórsteypadystinum hjá monnum. Byrjað verður at senda klokkan 16.35. Frásøgumaður verður Tróndur Arge.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7.

 

Samrøður við umboð fyri HB og B36 koma út á in.fo aftaná dystin.