FM1 sigur frá seks steypa-hálvfinalum leygardagin

Talan verður um fýra steypa-hálvfinalur í flogbólti og tvær steypa-hálvfinalur í hondbólti

Í morgin, leygardagin 13. februar siga frásøgumennirnir hjá FM1 frá ikki færri enn seks steypa-hálvfinalum. Talan verður um fýra í flogbólti og tvær í hondbólti.

FM1 byrjar at senda beinleiðis í morgin klokkan 12.

Skráin fyri steypa-hálvfinalurnar í flogbólti er hendan: 

Klokkan 13.00: SÍ – Mjølnir, Meistaradeild kvinnur
Klokkan 15.00: ÍF - SÍ, Meistaradeild menn
Klokkan 17.00: Dráttur – Fleyr, Meistaradeild kvinnur
Klokkan 19.00: Mjølnir – Fleyr, Meistaradeild menn

Skráin fyri seinnu steypa-hálvfinalurnar í hondbólti er hendan: 

Klokkan 18.00: H71-StÍF, kvinnur (28-21)

Klokkan 20.00: Kyndil-Neistin, kvinnur (25-25)

Flogbóltsfrásøgumaður hjá FM1 er Óli G. Samuelsen, og hondbóltsfrásøgumaður hjá FM1 er Sjúrður H. Hoydal. 

Øll kunnu hoyra FM1 HER