Lagt er upp til ein spennandi dyst við Løkin í Runavík mánakvøldið klokkan 20, tá NSÍ tekur móti HB.
Heimaliðið, NSÍ er á fjórða plássi við 17 stigum, og útiliðið HB er á odda við 22 stigum. KÍ hevur 20 stig og B36 hevur 19 stig.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum NSÍ og HB á FM1. Hæddarpunkt og samrøður koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.











