Seinnapartin klokkan 16 verur grannauppgerð í Okkaradeildini millum Neistan og Kyndil í høllini á Hálsi í Havn,
Neistin hevur brúk fyri at vinna fyri at halda seg inni í Topp-4, og Kyndil hevur hart brúk fyri at vinna fyri at kunna lyfta seg úr botninum.
Neistin er favorittur, men ein grannauppgerð vísir seg mangan at gerast ein javnur og spennandi dystur.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar klokkan 15.55.
Samrøður við umboð fyri Neistan og Kyndil koma út á in.fo aftaná dystin.
Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 | 8 | 241 | 191 | 50 | 14 |
STÍF | 10 | 285 | 276 | 9 | 13 |
VÍF | 9 | 263 | 240 | 23 | 12 |
NEISTIN | 9 | 243 | 222 | 21 | 10 |
KÍF | 9 | 251 | 240 | 11 | 9 |
KYNDIL | 8 | 208 | 226 | -18 | 4 |
TEAM KLAKSVÍK | 9 | 200 | 296 | -96 | 0 |