Sunnudagin sigur FM1 beinleiðis frá tveimum hondbóltsdystum.
Klokkan 14 sigur Sjúrður H. Hoydal frá dystinum í SMS-deildini millum Kyndil og H71. Bæði liðini hava 12 stig og liggja tvey stig aftanfyri oddaliðið, VÍF.
Klokkan 16 sigur Sjúrður H. Hoydal frá dystinum í Okkaradeildini millum Kyndil og H71. H71 er á odda við 12 stigum. Kyndil liggur næstniðast við fýra stigum.
Báðir dystirnir vera spældir í høllini á Hálsi í Havn.
Samrøður við umboð fyri Kyndil og H71 koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.
Øll kunnu lurta eftir dystarfrásagnunum á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.