FM1 sigur frá KÍ-NSÍ klokkan 19 í kvøld

Frásøgumaður hjá FM1 til útsettu áttandapartsfinaluna í kappingini um løgmanssteypið verður Tróndur Arge

Í kvøld klokkan 19 í kvøld verður tann seinasta áttandapartsfinalan í kappingini um løgmanssteypið.

Tá hittast KÍ og NSÍ á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík. Dysturin skuldi upprunaliga verða leiktur farna sunnudag klokkan 15.

Liðið sum vinnur seg í fjórðingsfinalurnar møtir 07 Vestur á heimavølli. Tann dysturin verður ætlandi leiktur 30. mai.

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍ og NSÍ á FM1.

Hæddarpunkt og samrøður við umboð fyri KÍ og NSÍ koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.

Øll kunnu hoyra FM1 HER