FM1 sigur frá HB-TB og NSÍ-KÍ sunnudagin

Frásøgumenn hjá FM1 eru Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal

Í morgin verður næstseinasta umfarið í Betrideildini hjá monnum leikt.

FM1 sigur beinleiðis frá tveimum dystum, ið báðir byrjar klokkan 15. 

Talan er um dystin millum HB og TB á Tórsvølli og dystin millum NSÍ og KÍ við Løkin í Runavík. HB kann við sigri á TB tryggja sær meistaraheitið. NSÍ og KÍ eru í harðari kapprenning um annað plássið, ið gevur atgongd til Europa League undankappingina komandi ár. 

Frásøgumenn hjá FM1 eru Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal. FM1 fylgir eisini gongdini í dystunum Víkingur-B36, ið byrjar klokkan 15, og ÍF-AB, ið byrjar klokkan 14.30. Fimti dysturin, ið er millum EB/Streym og Skála byrjar ikki fyrrenn klokkan 17.

Hæddarpunkt og ljóðsamrøður koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir. 

Øll kunnu hoyra FM1 HER