Seinnapartin klokkan 16 taka steypavinnararnir hjá H71 móti verandi føroyameistarunum, Kyndli í SMS-deildini. Kyndil er oddalið við 22 stigum, VÍF hevur eisini 22 stig, Neistin hevur 20 stig og H71 hevur 18 stig. VÍF og Neistin hava spælt 15 dystir. H71 og Kyndil hava spælt 14 dystir.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.
Samrøður við umboð fyri H71 og Kyndil koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.